• Mánadag til leygardag

    kl. 07:00 - 10:00
     

    Sunnudag og halgidagar

    kl. 07:30 - 10:30

     

    Kostnaður fyri ikki-gistandi gestir er 115 kr. fyri hvønn


    Íroknað kamarsprísinum er morgunmatur, sum verður borðreiddur í matstovuni.

    Á Hafnia leggja vit okkum eftir, at vera gistingarhúsið við tí allarbesta morgunmatinum í landinum. Hetta krevur, at so nógv sum gjørligt skal vera heimagjørt og av bestu rávørum.


    Á morgunmatarborðinum, er eitt stórt úrvæl av ymiskum sløgum av morgunbreyði. Av viðskera, er millum annað ostur & 2 sløg av heimagjørdum súltutoyi, ymisk sløg av heimagjørdum müsli, heimagjørt livurpostei, heimatilgjørd sild, jogurt & frísk frukt, røregg, beykon,bakaðar bønir, bleyttkókaði egg, 2 sløg av juice og kaffi & te.


    Annaðhvørt tit ynskja eina lætta byrjan uppá dagin, ella eina mettandi máltíð, kunnu tit njóta morgunmatin, meðan tit lesa nýggjastu bløðini.