• Í 30'- og 40'unum leigaði Christian Restorff, árliga út klub-kømur, sum vóru ogn hjá familjuni. Hetta steðgaði í 1950, tá Restorff setti sær fyri at byggja nýtt hotel. Hotellið lat upp í 1951, og fekk navnið "Hafnia", sum merkir "havn" á latíni.

    Gjøgnum 50'-, 60'- og 70'ini bleiv Hotel Hafnia støðugt útbygt til tað tað er í dag. Restorff helt fast við, at Hotel Hafnia var stórsligið at meta eftir føroyskum standardum, og tað kláraði hann at halda.

    Í 1988, tóku synirnir hjá Christian Restorff - Johan og MC - yvir, við Johan sum stjóra. Johan framdi eina stóra umvæling av hotellinum. Hotel Hafnia megnaði nú at lúka øll altjóða krøv.

    Johan og MC hildu áfram at reka hotellið eins væl, sum pápi teirra. Góð tænasta var altíð teirra mál. Teir høvdu stórt ynski um, at gestirnir skuldu kenna seg vælkomnar á Hotel Hafnia.

    Í januar 2005 skifti Hotel Hafnia eigara. Hotellið er ikki longur ogn hjá familjuni Restorff, tó so - arbeiðsfólkið er tað sama. Teir nýggju eigararnir eru Osmund Justinussen og synirnir Tummas & Gunnar -somuleiðis Per Sævik úr Noregi.

    Bílegg borð