• Vit bjóða

    Hotel Hafnia bjóðar bestu karmar til at hýsa gestum, har móttøkan alt døgnið er til reiðar at hjálpa gestum. Á Restaurant Hafnia hava vit fjølbroyttan og góðan mat á skránni, borðreiddan av professionellum kokkum og tænarum. Vit hava nógvar veitslur og døgurðar í okkara hugnaligu veitsluhølum. Kafe Kaspar bjóðar gott kaffi, drekkivørur og lættar rættir í einum nýmótans umhvørvi. Eisini er møguleiki at bíleggja mat út frá Restaurant Hafnia og Kafe Kaspar.

     

    Starvsfólk

    Á Hotel Hafnia, hava vit útbúgvið starvsfólk á øllum deildum. Samstundis útbúgva vit eisini fólk til tænarar, kokkar og móttøkufólk. Hetta gera vit fyri at menna tað fakliga støðið.

     

    Umbygging

    Nógvar ábøtur eru gjørdar, og fleiri eru ávegis. Tá umbyggingin er liðug, standa sera hugnaligir og nútíðarhóskandi karmar klárir, at taka ímóti gestum og øllum teim ynskjum, ið gesturin hevur.

     

    Visiónir

    Tað er eingin ivi um, at vit á Hotel Hafnia hvønn einasta dag vilja verða besti veitari av teimum tænastum, vit bjóða. Alla tíðina broyta vit smáting, sum betra upplivingina hjá gestum okkara.

     

    Bílegg borð