• Okkara hølir eru vælegnaði til øll sløg av veitslum - bæði privatar veitslur, so sum brúdleyp, barnadóp, ferming og føðingardag, ella um fyritøkan skal bjóða viðskiftafólki ella starvsfólki ein betri bita.

    Vit eru klár at borðreiða fyri tykkum. Tit hava møguleika at bjóða gestum tykkara til eina góða og vælsmakkandi máltíð, góða tænastu og hugnaligt umhvørvi.

     


    Gourmet matskrá

    Útyvir nevndu matskráir, kunnu vit eisini bjóða tygum nakað heilt serligt. Gourmet kokkar okkara kunnu leggja prikk yvir i'ið og gera eina 3 til 7 rætta matskrá.


    Vinarliga setið tykkum í samband við booking á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233, og vit koma við einum tilboði.
     

    Barnamatskrá

    Børn til og við 12 ár fáa ½ prís av øllum matskráum.
     
    Barnamatskrá: Stoktur fiskur ella frikadellur. Omaná: Barnaísur. Prísur 125 kr. fyri hvønn

    Bílegg borð