• Móttøkur eru okkara vørumerki

    Eingin sýnir fram eina móttøku so glæsiliga, sum vit á Hotel Hafnia. Hetta er tí, at vit hava dugnalig starvsfólk, við nógvum royndum á høgum støði.
     

    Góðskan vit bjóða er vælkend, og móttøkur okkara hava verið sera væl eydnaðar. Óansæð um tit ynskja móttøkuna her á Hotel Hafnia, ella undir øðrum karmum, so megna vit at fáa hugnan fram.Mong eru ynskini til eina móttøku, og vit leggja okkum eftir, at gera móttøkuna, sum tit ynskja hana.

    Vit kunnu gera matin, gera hølið klárt til matin, tæna gestunum og rudda av. Vit kunnu eisini bert gera matin, og lata tykkum sjálvi tæna gestum tykkara.Vit duga at fáa matin at síggja innbjóðandi út, og leggja dent á, at gestirnir fáa gleði, av at síggja føtini.Tosið við okkum, áðrenn tit avgera nakað.

    Bílegg borð