Fundir og ráðstevnur

Livandi hotel við tænastu sum hjartamál

Hotel Hafnia er eitt livandi hotell mitt í Havn. Vit hava virkað síðan 1951, og vit seta altíð teg í miðdepilin. Góð tænasta er okkara hjartamál, og vit ynskja at tú skalt kenna teg væl – óansæð um tú ert partur av einum størri ella minni bólki.

Á Hafnia hava vit høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa starvsfólkasamrøðum, fundum, skeiðsvirksemi, starvsfólkadøgum, størri ráðstevnum og øðrum.

Ring til okkum á 313233 ella skrivað til booking@hafnia.fo

 

Bið um tilboð
Bið um tilboð
Fundarpakkar
Vit hava gjørt pakkaloysnir til tykkum, ið vilja skipa fyri fundi ella ráðstevnu.

Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Tað ber sjálvandi væl til at broyta eitthvørt ynski viðvíkjandi mati og drekka, og annars eru vit altíð til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna.
 
 
Vendið tykkum til booking@hafnia.fo, so geva vit tykkum eitt tilboð. 
Fyrrapart

Kl. 8:00 til 12:00 
 
Vit borðreiða við morgunmati ella wienarbreyði, frískum fruktum og dagsins rætti ella døgurðabuffet. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
 
Í minsta lagi 20 fólk. Um tit eru færri kemur hølisleiga á 2000 kr. afturat.
fyri hvønn
415,-
Seinnapart

Kl. 12:00 til 17:00

Vit borðreiða við einum góðum døgurða: Buffet ella dagsins rætti, frískum fruktum, dagsins køku og smoothies. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
 
Í minsta lagi 20 fólk. Um tit eru færri kemur hølisleiga á 2000 kr. afturat.
fyri hvønn
415,-
Allan dag

Kl. 08:00 til 17:00

Til morgunmat borðreiða vit við rundstykkjum, skinku, osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Til steðgin fyrrapart borðreiða vit fríska frukt og kaffi/te. Á middegi kann veljast millum døgurðabuffet ella dagsins rætt íroknað sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi og te. 
 
Minst 20 fólk. Um tit eru færri kemur hølisleiga á 2000 kr. afturat.
fyri hvønn
490,-
Kvøld

Kl. 18:00 til 22:00

Til nátturða fáa tit frískar fruktir og smyrjibreyð íroknað øl ella sodavatn. Kaffi, te og dagsins køku omaná.  
 
Minst 20 fólk. Um tit eru færri kemur hølisleiga á 2000 kr. afturat.
fyri hvønn
415,-
Dag og nátt

Døgnfundur
 
Til morgunmat borðreiða vit við frískum fruktum og rundstykkjum við osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum døgurðabuffet ella dagsins rætt íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi og te. Á kvøldi fáa tit góðan nátturða íroknað vín, øl ella sodavatn. 
 
Minst 20 fólk. Um tit eru færri kemur hølisleiga á 2000 kr. afturat.
fyri hvønn
1.750,-