Fundir & ráðstevnur

Livandi hotel við tænastu sum hjartamál

Hotel Hafnia er eitt livandi hotell mitt í Havn. Vit hava virkað síðan 1951, og vit seta altíð teg í miðdepilin. Góð tænasta er okkara hjartamál, og vit ynskja at tú skalt kenna teg væl – óansæð um tú ert partur av einum størri ella minni bólki.

Á Hafnia hava vit høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa starvsfólkasamrøðum, fundum, skeiðsvirksemi, starvsfólkadøgum, størri ráðstevnum og øðrum.

Ring til okkum á 313233 ella skriva til booking@hafnia.fo

 

Bið um tilboð
Bið um tilboð
Fundarpakkar
Vit hava gjørt pakkaloysnir til tykkum, ið vilja skipa fyri fundi ella ráðstevnu

Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Tað ber sjálvandi væl til at broyta eitthvørt viðvíkjandi mati og drekka, og eru vit altíð til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna.
 
Um tit hava fyrispurningar, vinaliga vendið tykkum til booking@hafnia.fo ella ring á 31 32 33.
Fyrrapart

Kl. 08:00 til 12:00 
 
Vit borðreiða við morgunmati ella wienarbreyði, frískum fruktum og dagsins rætti ella døgurðabuffet. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
 
Minst 15 fólk.
Vit finna hóskandi høli. 
fyri hvønn
úr 415,-
Seinnapart

Kl. 12:00 til 17:00

Vit borðreiða við einum góðum døgurða: Buffet ella dagsins rætti, frískum fruktum, dagsins køku og smoothies. Ísvatn, kaffi og te afturvið. 
 
Minst 15 fólk.
Vit finna hóskandi høli. 
fyri hvønn
úr 415,-
Heilan dag

Kl. 08:00 til 17:00

Til morgunmat borðreiða vit við rundstykkjum, skinku, osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið. Til steðgin fyrrapart borðreiða vit fríska frukt og kaffi/te. Á middegi er døgurðabuffet ella dagsins rættur, íroknað sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi/te. 
 
Minst 15 fólk.
Vit finna hóskandi høli.
fyri hvønn
úr 490,-
Kvøld

Kl. 18:00 til 22:00

Til nátturða fáa tit smyrjibreyð og frískar fruktir íroknað eina øl ella sodavatn. Kaffi, te og dagsins køku omaná. 
 
Minst 15 fólk.
Vit finna hóskandi høli. 
fyri hvønn
úr 415,-
Dag og nátt

Døgnfundur
 
Til morgunmat borðreiða vit við frískum fruktum og rundstykkjum við osti og súltutoyi. Kaffi, te og djús afturvið.


Á middegi kann veljast millum døgurðabuffet ella dagsins rætt íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi/te.

Á kvøldi fáa tit góðan nátturða íroknað vín, øl ella sodavatn. 

Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.

fyri hvønn
úr 1.750,-
Snarfundur, stutt og ómakaleyst

Hevur tú tørv á einum minni høli til ein stuttan, smærri fund mitt í Havn? So er Hotel Hafnia rætta staðið. 

Vit hava trý smærri fundarhøli, ið hóska væl til endamálið. Hølini eru: Loftið, Áarvegurin og Stovan. 

Tú fært fundarhøli við atgongd til internet, teldu og uppvørpu, og vit bjóða kaffi/te og ísvatn. 

Tú rindar í minsta lagi fyri 4 persónar. 
Tú kanst leiga hølið fyrrapart frá kl. 08:00 til 12:00 ella seinnapart frá kl. 13:00 til 17:00.

fyri hvønn
200,-