Fiskabuffet á Panorama
Einastandandi útsýni yvir Havnina

Vit endurtaka væleydnaða tiltakið frá undanfarnu árunum.

Hvønn fríggjadag í juli og august hevur tú møguleika at royna sera vælumtóktu fiskabuffetina hjá okkum, har vit borðreiða við alskyns fiskarættum og tilhoyri, umframt onkrum leskiligum omaná.

Við einastandandi útsýni, kanst tú njóta eitt deiligt kvøld á Panorama á Hafnia, har tú hevur útsýnið yvir Havnina.

Prísir fyri fiskabuffetina

Vaksin kr. 495
Børn 6-12 ár kr. 150
Børn 0-5 ár ókeypis


Bílegg á netinum ella ring 313233.