Hafnia
matstovan

Á Restaurant Hafnia er tað so einfalt: Hetta er matur við sál, og hetta er erligt handverk.

Tað loyva vit okkum at siga, tá so at kalla alt er heimagjørt og tilgjørt við teimum bestu rávørunum.

Sjálvtøkubordið frá mánadag til fríggjadag, Mangt & Hvat, er fyribils stongt til og við 13. apríl.
 

Bílegg borð
Bílegg borð
Morgunmatur
Mán.-leyg. kl. 07:00 - 10:00
Sun. kl. 07:00 - 10:30

Vit leggja okkum rætt og slætt eftir at vera gistingarhúsið við landsins besta morgunmati. Hetta hevur við sær, at nærum alt er heimagjørt - við teimum bestu rávørunum sjálvandi. 

Vit hava eitt stórt úrval av morgunbreyði, og viðskerin er samansettur av eitt nú osti, súltutoyi, müsli, livurpostei, tilgjørdari sild, bleyttkókaðum eggum, rørreggi, beykoni, bakaðum bønum, jogurti, frískum fruktum, djúsi, kaffi og te.  

Fyri hvønn
Ikki gistandi gest
149,-

Børn undir 12 ár gjalda hálvan prís. 

Sjálvtøkuborð
Á 1. hædd mán. - frí. kl. 11:30 - 13:30​

Kaldir rættir
Royktur laksur
Serranoskinka
4 ymisk salat við t.d. rækjum, nudlum og blandað grønt
Fiskaflak við remulátu
 
Flógvir rættir
Heimagjørd suppa
2 flógvir rættir, epli/ rís, grønmeti og sós
(við til dømis høsnarunga, svínakjøti, chili con carne, oksasteik ella lambsbitum)
 
Omaná
3 sløg av heimagjørdari dessert 
 
Breyð og smør

Við fyrivarni fyri broytingum

Fyri hvønn
159,-

Børn 5-12 ár gjalda hálvan prís. Børn upp til 4 ár eta ókeypis.