Matlist á Panorama
Við Janus Einar Sørensen og Jóhan Gardar Joensen

13. Juli 2019 flytir gourmet matstovan Simmer Dim, sum vanliga húsast umborð á Norrønu, inn á Panorama á Hotel Hafnia. 

Tað verður eitt heilt serstakt matlistarligt kvøld við íblástri úr Norðurlendska køkinum. Borðreitt verður við í minsta lagi 7 rættum. Jóhan Gardar Joensen, útbúgvin sommelier, setur vín til og kjúklar um gestirnar á kvøldinum. 

Høvuðskokkur er eingin annar enn Janus Einar Sørensen, sum hevur arbeitt á Koks í Føroyum, og á donskum matstovum so sum Noma, Studio og Almanak. Jóhan Gardar Joensen, sum dagliga starvast, sum vínfrøðingur í Keypmannahavn kemur til Simmer Dim Pop up við drúgvum royndum. Hann hevur starvast á matstovum, sum Geranium ***, Den Røde Cottage* og Alberto K og gleðir seg at geva eina serstaka vín- og matuppliving.

Matskrá

Lambstartar 
Epli og krotur 
Krabbi og hylliblóma
Skøta og aspargus
Lamb og reyðrót
Neytariv og Leykur
Hvíti og Black Sheep
Gularót og havtorn
 

Fyri hvønn 795,-

Vínskrá 425,- / Djússkrá 295,-


Bílegg á netinum ella ring 313233.