Restaurant
Hafnia

Á Restaurant Hafnia er tað so einfalt: Hetta er matur við sál, og hetta er erligt handverk. Tað loyva vit okkum at siga, tá so at kalla alt er heimagjørt og tilgjørt við teimum bestu rávørunum.

 

 

Bílegg borð
Bílegg borð
Jólaborðhald
Í matstovuni á 1. hædd við livandi tónleiki


Aftur í ár ber til at bíleggja borð í matstovuni til eitt jólaborðhald, ið tit seint fara at gloyma. Hugnaligi ljómurin av tónleiki frá okkara fremstu tónleikarum afturvið einari leskiligari buffet, ljóðar tað ikki gott?

JÓLABUFFET MATSKRÁ

Heimaroyktur laksur við urtakremi
Skerpikjøt
Turrur fiskur, grind, spik og epli
Nógv ymisk sløg av salati so sum toskasalat, skeljadjórasalat, høsnasalat, grøntsalat, eplasalat o.a.
Stoktur fiskur við remulátu
Pylsu og osta borð
Ræstkjøt
Tartelettir
Lambstjógv
Stokt dunna við øllum tilhoyri
Hunangsstokt skinka, kjølbollar, rómabakaði epli, sós.

Omaná bjóða vit mandlurís við kirsuberjasós og karamellsós, súreplakøku, brendar mandlur, dadlur og annað gott.
 

Bílegg borð hesar dagar millum kl. 18:00-21:30:
Frí. 29. nov. / leyg. 30. nov / Frí. 6. des.
leyg. 7. des. / leyg. 14. des. / leyg. 21. des
.

BÍLEGG BORÐ HER

Fyri hvønn v/mvg
495,-

Drykkjuvørur fyri hvønn v/mvg 299,-

Sjálvtøkuborð
Á 1. hædd mán. - frí. kl. 11:30 - 13:30

Kaldir rættir
Sild, royktur laksur, salat við skeljadýrum, nudlur, grøn salat og fiskaflak við remulátu
 
Heitir rættir
Heimagjørd suppa, toskur, lambskjøt, neytakjøt, heimagjørd fronsk eplir, grønmeti og sós
 
Dessert
3 sløg av heimagjørdari dessert 
 
Breyð og smør

Fyri hvønn
149,-

Børn undir 12 ár gjalda hálvan prís.

Morgunmatur
Mán.-leyg. kl. 07:00 - 10:00
Sun. kl. 07:00 - 10:30

Vit leggja okkum rætt og slætt eftir at vera gistingarhúsið við landsins besta morgunmati. Hetta hevur við sær, at nærum alt er heimagjørt - við teimum bestu rávørunum sjálvandi. 

Vit hava eitt stórt úrval av morgunbreyði, og viðskerin er samansettur av eitt nú osti, súltutoyi, müsli, livurpostei, tilgjørdari sild, bleyttkókaðum eggum, rørreggi, beykoni, bakaðum bønum, jogurti, frískum fruktum, djúsi, kaffi og te.  

Fyri hvønn
Ikki gistandi gest
149,-

Children under the age of 12 pay half price.​