Parkering
Parkeringsmøguleikar meðan tygum gista á Hotel Hafnia

Parkering í høvuðsstaðnum er altíð ókeypis, men í miðbýnum er parkeringin tíðaravmarkað. Á Áarvegnum er tíðarmarkið 30 minuttir, meðan tað er 2 tímar á Húsabrúgv (beint aftan fyri Hafnia) og 8 tímar á m.a. Skálatrøð og Glasðheyggi. 

Á kortinum sæst leiðin til Skálatrøð, og tygum kunnu trýsta á leinkið fyri at fáa fleiri upplýsingar um parkeringsviðurskifti í Havn.

Hent at vita

Mánadag til fríggjadag 09:00 - 18:00:

Tey bláu parkeringsskeltini vísa, hvussu leingi tygum kunnu parkera.

 

Leygardag 10:00 - 14:00:

Nøkur fá parkeringspláss hava tíðaravmarking (tíð í klombrum merkir, at tíðaravmarking er galdandi leygardagar).

 

Sunnu- og halgidagar er eingin tíðaravmarking, ei heldur um kvøldið og um náttina.

 

Móttøkufólkið hjálpir fegið við vegleiðing.