Húsavarðalærlingur til Hotel Hafnia

Hevur tú handverkarahegni, skil fyri tøkni og dámar tær væl at loysa ymiskar uppgávur? Hotel Hafnia sóknast eftir lærlingi til okkara vaksandi Hotel samtak.
 
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss, ið fer at fevna um uppgávur á Hotel Hafnia, Hotel Skálavík og á okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan, sum opnar í mai 2020. Tú fert í takt við lærutíðina at fáa meira ábyrgd, og tú sleppur at royna nógvar ymiskar uppgávur.
 
Útbúgvingin gevur eina sera fjølbroytta vitan innan hita, útluftningsskipanir, el, umhvørvi og orkugagn og opnar eisini fyri góðum starvsmøguleikum framyvir. Eftir loknað útbúgving, fært tú møguleika at søkja inn á yrkisútbúgvingar, so sum byggifrøði og orkutøkni. Meira kunning um útbúgvingina fæst her.
 
Uppgávur
Tú kemur at brúka tíð á øllum hotellunum við m.a. at:
  • hjálpa við at røkja øll hotellini, bæði innan- og uttandura
  • tryggja at alt innan KT og tøkni virkar sum tað skal
  • syrgja fyri at tað er reint og snøgt uttanfyri hotellini
  • finna fram til loysnir av ymiskum praktiskum trupulleikum
  • veita hjálp tá tær ymisku deildirnar hava tørv á tí
  • vera forvirkin og duga at fyribyrgja trupulleikum
 
Tín vangamynd
  • Hevur áhuga og vitan innan tøkni og tímir væl at arbeiða við ymiskum fyrifallandi arbeiðsuppgávum
  • Tær dámar væl at práta við fólk og er fyrikomandi
  • Tú dugir at skipa og raðfesta tínar uppgávur
  • Tímir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at loysa ymiskar uppgávur frá A-Z

Setanarviðurskifti
Lærutíðin er millum 3 og 4 ár. Lærlingalønin er sambært S&K sáttmálanum.
 

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 17. juni 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda tína umsókn við møguligum prógvum til hr@hafnia.fo 
 
Meira fæst at vita um læruplássið við at seta seg í samband við Petur í Gong, á tlf 233142 ella rokt@hafnia.fo.