Køkshjálp til Kafé Kaspar

Vilt tú verða við til at borðreiða okkara leskiligu beyglar fyri Føroya fólki? Vit sóknast eftir køkshjálp til okkara hugnaligu kafé Kaspar. Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at starvast í skiftisvaktum eftir eini 5:2 skipan.

Vit bjóða
Títt arbeiðspláss verður á okkara livandi hotelli í hjartanum av Tórshavn.  Tú verður partur av einum toymi á uml. 5 fólk.

Uppgávur
Tín høvuðsuppgáva verður at hava ábyrgd av at gera okkara leskiligu beyglar, og tryggja at vit veita eitt høgt støði av matgerð og reinføri. Harumframt kanst tú ávirka beygla matskránna, og koma við hugskotum til leskiligar beyglar.

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið dámar væl at matgerða, tekur ábyrgd og er nærverandi og virkin í sínum gerandisdegi. Tú hevur helst royndir at starvast í einum køki.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv tú søkir. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Umsóknarfreistin er 12. juli 2019

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Jóhan Joensen á tlf. 233140 ella teldupost jj@hafnia.fo.

Um Kafé Kaspar
Kafé Kaspar er ein hugnalig kafé, ið serverar lættar rættir, leskiligar køkur og vælsmakkandi kaffi. Kafé Kaspar hoyrir til Hotel Hafnia, ið er partur av Smyril Line samtakinum.