Køkshjálpari til Hotel Hafnia

Vit søkja eftir einum køkshjálpara at starvast vikudagar- og í vikuskiftum, eftir eini 5:2 skipan, á okkara livandi hotelli í Tórshavn.


Vit bjóða
Títt arbeiðspláss verður á okkara livandi hotelli, mitt í hjartanum av Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 12 øðrum kokkum og køkshjálparum.

Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing til okkara matstovur og tiltøk:

  • Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk vit bjóða á hotellinum
  • Okkara tapas matstovu, Katrinu Christiansen

Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. Líka sum tínir starvsfelagir, verður tú eisini við til at halda køkin reinan.


Tín vangamynd

  • Tú hevur helst royndir at starvast í einum køki og/ella bakaríi
  • Tær dámar at arbeiða í einum køki og tín arbeiðsgleði smittar av á tey rundan um teg
  • Tú kemur at arbeiða saman við fleiri dugnaligum starvsfelagum í eini 5:2 skipan. Eisini kemur tú at arbeiða nøkur vikuskifti


Setanartreytir
Setanartreytir sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum.


Freist at søkja
Freistin at søkja er 17. juni 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv tú søkir.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Joensen, leiðara í køkinum, á tlf. 233140 ella teldupost jj@hafnia.fo.


Um Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 78 kømrum,5 fundar- og veitsluhølum, lekrum matstovum og hugnaligari kafé. Í 2018 yvirtók Smyril Line raksturin av Hotel Hafnia.