Kokkalærlingur til Hotel Hafnia

Dámar tær væl at royna teg fram í køkinum og vilt tú læra? Nú hevur tú møguleika at taka eina kokkalærlingaútbúgving á Hotel Hafnia. Tú kemur at byrja lærutíðina á Hotel Hafnia, men tú fær møguleika at royna teg á matstovu okkara Katrinu Christiansen og á okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan.
 
Vit bjóða
Eitt fjøllbroytt lærupláss har títt arbeiðspláss at byrja við verður á Hotel Hafnia, okkara livandi hotelli í hjartanum av Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 10 øðrum kokkum og køkshjálparum. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á øllum matstovum okkara.
 
Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing á:
  • Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk vit bjóða á hotellinum
  • Okkara tapas matstovu, Katrinu Christiansen
  • Okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan
 
Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. Líka sum tínir starvsfelagir, verður tú eisini við til at halda køkin reinan.
 
Tín vangamynd
Tú dámar væl at royna teg fram í køkinum og hevur áhugað í matgerð. Tú ert ágrýtin, álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir.
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur grundskeiðið.
 
Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála. Lærutíðin er millum 3,5 og 4 ár, alt eftir um tú hevur grundskeið.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 20. september 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk í evnisteigin: ”Kokkalærlingur til Hotel Hafnia”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
Hevur tú spurningar til læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Janus Einar Sørensen, á tlf. 235919.