Kokkalærlingur til Hotel Hafnia og Katrinu Christiansen

 

Dámar tær væl at royna teg fram í køkinum og vilt tú læra? Nú hevur tú møguleika at taka eina kokkalærlingaútbúgving á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Vit bjóða
Títt arbeiðspláss verður á okkara livandi hotelli, mitt í hjartanum av Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 10 øðrum kokkum og kokkahjálparum. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á øllum matstovum okkara.

Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing á:

  • Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk vit bjóða á hotellinum
  • Okkara tapas matstovu, Katrinu Christiansen

Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. Líka sum tínir starvsfelagir, verður tú eisini við til at halda køkin reinan.

Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært sáttmála. Lærutíðin er millum 3,5 og 4 ár, alt eftir um tú hevur grundskeið.

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur grundskeiðið.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 8. apríl 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost, við umsókn og møguligum prógvi, til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk í evniteigin: ”Kokkalærlingur til Hotel Hafnia”

Hevur tú spurningar til læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Joensen, Chef Manager á Hotel Hafnia, á tlf. 233140.