Kokkalærlingur til Katrinu Christiansen

Dámar tær væl at royna teg fram í køkinum og vilt tú læra? Nú hevur tú møguleika at taka eina kokkalærlingaútbúgving á matstovu okkara Katrinu Christiansen. Tú kemur at byrja lærutíðina á Katrinu Christiansen, men tú fær møguleika at royna teg á Hotel Hafnia og okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan.
 
Vit bjóða
Eitt fjøllbroytt lærupláss har títt arbeiðspláss at byrja við verður á Katrinu Christiansen, okkara sjamerandi og søguligu matstovu í hjartanum av Tórshavn. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á øllum matstovum okkara.
 
Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing á:
  • Okkara tapas matstovu, Katrinu Christiansen
  • Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk 
  • Okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan
 
Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. Líka sum tínir starvsfelagir, verður tú eisini við til at halda køkin reinan.
 
Tín vangamynd
Tú dámar væl at royna teg fram í køkinum og hevur áhugað í matgerð. Tú ert ágrýtin, álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur grundskeiðið.
 
Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála. Lærutíðin er millum 3,5 og 4 ár, alt eftir um tú hevur grundskeið.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 20. september 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk í evnisteigin: ”Kokkalærlingur til Katrinu Christiansen”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 
Hevur tú spurningar til læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Absalon Lydersen, á tlf. 239290.
 
Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Kathrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða