Kokkur til Hotel Hafnia

Hevur tú eldhuga fyri at gera mat og kann tín gleði fyri at gera mat, smitta av á tey rundan um teg? Hotel Hafnia er í fullum vøkstri og søkir eftir kokki at starvast fulla tíð frá 1. Januar 2019.
 
Uppgávur
Tú fær ábyrgd av at gera og borðreiða kaldan og heitan mat til okkara vælvitjaðu buffét, a la carté og til tiltøkini vit bjóða á hotellinum. Harumframt kemur tú, at taka móti vøru, eftir avtalu við Chef Manager, bíleggja vøru og halda køkin reinan.
 
Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin.
 
Tín vangamynd
  • Tú tekur ábyrgd í tínum arbeiði og hevur helst royndir sum kokkur.
  • Tú ert von/vanur at arbeiða breitt við fleiri ymsum matskráum
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Ert klár/klárur yvir at tú kemur at arbeiða í skiftandi vaktum
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Hotel Hafnia og Smyril Line samtakinum.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 03.12.2018. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
 
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost á hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Kokkur til Hotel Hafnia”.
 
Hevur tú spurningar um starvið ert tú vælkomin at venda teg til Jóhan Joensen, høvuðskokkur, á tlf. 233140.
 

 

Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 74 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Matstovan Kathrina Christiansen er eisini ein partur av Hafnia.
Hotel Hafnia er dóttirfelag hjá Smyril Line, sum eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík.