Leiðari til Kafé Kaspar

Dámar tær at taka ábyrgd og hevur tú áður starvast á kafé- ella við sølu? Vit sóknast eftir leiðara til okkara hugnaligu kafé Kaspar. Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at starvast í skiftisvaktum á okkara livandi hotelli í hjartanum av Tórshavn.


Vit bjóða
Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú fær møguleika at leggja tíni fingramerki á dagligu gongdina á Kafé Kaspar og verður partur av leiðslutoyminum.


Uppgávur
Tú fær ábyrgd av dagligu gongdini á Kafé Kaspar og kemur at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði. Harumframt fært tú ábyrgd av:

  • Vaktarskipanini
  • Tryggja at tað er skil í vøruúrval og innkeyp av vørum í Kafé Kaspar
  • At finna og seta starvsfólk til toymið, upplæring, starvsvenjing og trivnaður hjá starvsfólki


Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið hevur lætt við at práta við fólk og megnar at veita eina góða tænastu. Tú hevur lætt við at taka ábyrgd í starvsfólkatoyminum og er nærverandi og virkin í tínum gerandisdegi.


Setanartreytir
Tú fært løn sambært avtalu.


Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv tú søkir. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Umsóknarfreistin er 26. juni 2019

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Rósu Mariu Restorff á tlf. 212809 ella teldupost rr@hafnia.fo


Um Kafé Kaspar
Kafé Kaspar er ein hugnalig kafé, ið serverar lættar rættir, leskiligar kakur og vælsmakkandi kaffi. Kafé Kaspar hoyrir til Hotel Hafnia, ið er partur av Smyril Line samtakinum.