Souschef til Hotel Hafnia

Hotel Hafnia søkir eftir einum Souschef at byrja í fulltíðarstarvi 1. Januar 2019.
 
Vit bjóða
Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg fakliga og fáa spennandi upplivingar á einum hotellið á veg fram. Hotel Hafnia er partur av Smyril Line samtakinum, og tú fært nógvar góðar kokkar sum samstarvsfelagar.
 
Uppgávur
Souschef’urin er høgra hondin hjá høvuðskokkinum og skal ganga undan í dagliga arbeiðinum. Saman við høvuðskokkinum, fært tú ábyrgd fyri at maturin og tænastan livur upp til væntanir frá gestum okkara. Tú fær harumframt ábyrgd av køldum og heitum rættum til okkara buffét, a la carté, veitslum og rástevnum. Sum souschef fært tú eisini ábyrgd av ymsum umsitingarligar uppgávum sum vaktarplan, innkeyp o.a. Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi.
 
Tín vangamynd

Tú ynskir ávirkan og tekur ábyrgd í tínum arbeiði. Tú gongur fremst og ert til íblástur hjá tínum starvfeløgum. Harumframt ynskja vit, at:

  • Tú ert ein royndur kokkur við høgum ambitiónum
  • Tú ert vanur at arbeiða breitt við fleiri ymsum matskráum
  • Tú hevur eitt gott yvirlit og trívist eisini við umsitingarligum uppgávum
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Hafnia og Smyril Line samtakinum.
 
Freist at søkja
Freistin at søkja er 03.12.2018. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi
 
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost á hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Souschef”.
 
Hevur tú spurningar um starvið ert tú vælkomin at venda teg til Jóhan Joensen, høvuðskokkur, á teldupost jj@hafnia.fo ella á tlf. 233140.
 
 
Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 74 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Matstovan Kathrina Christiansen er eisini ein partur av Hafnia.
Hotel Hafnia er dóttirfelag hjá Smyril Line, sum eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík.