Starvsfólk til reingerð av borðbúnaði og øðrum lutum í køkinum á Hotel Hafnia


Hotel Hafnia sóknast eftir starvsfólki til reingerð av borðbúnaði og øðrum lutum í køkinum. Tú kemur at starvast millum 35 til 40 tímar um vikuna.


Vit bjóða
Títt arbeiðspláss verður á okkara livandi hotelli, mitt í hjartanum av Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 12 øðrum kokkum og køkshjálparum.

Tínar uppgávur verða reingerð av borðbúnaði, gólvi og øðrum lutum í køkinum. Harumframt skipan av reingerðini og at seta vaskaða borðbúnaðin og annað á sítt pláss í køkinum.


Tín vangamynd

  • Vit vænta at tú ert tænastusinnað/ur mótvegis tínum starvsfeløgum
  • Tú dugir at skipa og raðfesta uppgávurnar, tá ið nógv er at gera
  • Tær dámar at arbeiða í einum køki og tín arbeiðsgleði smittar av á tey rundan um teg


Freist at søkja
Freistin at søkja er 27. august 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv tú søkir. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Joensen, leiðara í køkinum, á tlf. 233140 ella teldupost jj@hafnia.fo.


Um Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 78 kømrum,5 fundar- og veitsluhølum, lekrum matstovum og hugnaligari kafé. Í 2018 yvirtók Smyril Line raksturin av Hotel Hafnia.