Tænaralærlingur til Hotel Hafnia

Nú hevur tú møguleika at taka eina tænaralærlingaútbúgving á Hotel Hafnia við byrjan 1. novembur 2019, har tú fær møguleika at royna teg á okkara ymisku matstovum: Restaurant Hafnia, Katrinu Christiansen og Kafé Kaspar.
 

Uppgávur

Á Hotel Hafnia kemur tú at arbeiða við:
 
  • Servering á Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Servering til brúdleyp og veitslur
  • Servering á okkara tapas matstovu, Katrina Christiansen
  • Fundum og ráðstevnum

Umframt hetta, hevur tú eisini møguleika at royna teg umborð á Norrönu og á okkara nýggja Hotel Brandan, ið opnar á vári 2020.
 
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum sum tænari, snýr seg um at geva gestum okkara eina ógloymandi uppliving v.m.a. borðreiða fyri gestunum, práta við gestirnar og viðmæla mat og drekka út frá matkortinum og tí, ið teimum lystir.
 
Við einari tænaraútbúgving hevur tú góðar framtíðar starvsmøguleikar; bæði á Hotel Hafnia og eisini aðrastaðni í matstovuvinnuni. Tað er eisini møguleiki fyri at útbúgva seg víðari sum t.d. “serviceøkonom”.
 

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnað/ur og sum sær tað sum ein spennandi vinnuveg at verða tænari. Tað er týdningarmikið, at tú hevur lætt at práta við fólk.
 
Lærutíðin er millum 2½ - 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur áðrenn. Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála.
 
 
Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 25. septembur 2019. Tú søkir læruplássið, við at senda ein mail til hr@hafnia.fo ella við at útfylla formularin niðanfyri. Vinaliga minst til at viðmerkja “tænaralærlingur” í evnisteigin.
Ynskir tú at vita meira um læruplássið, kann tú seta teg í samband við F&B Manager, Rósu Mariu Restorff, á teldupost rr@hafnia.fo ella tlf. 21 28 09.