Tænarar til Hotel Hafnia og Kafé Kaspar

Dámar tær væl at skapa upplivingar, ið liva upp til væntaninar hjá gestum okkara? Vit sóknast eftir eldhugaðum tænarum til Hotel Hafnia og okkar hugnaligu Kafé Kaspar. Hesi størv eru leys at søkja:

  • Tænara til kvøld- og vikuskiftisvaktir á Hotel Hafnia
  • Tænari til vikuskiftisvaktir á Kafé Kaspar
  • Morgunmatartænari til Hotel Hafnia at starvast umleið 30 tímar um vikuna
 
Uppgávur
Sum tænari á Hotel Hafnia og Kafé Kaspar, fær tú ábyrgd av at borðreiða, tæna og vegleiða gestum okkara, innan okkara matskrá. Samstundis verður tú partur av einum stórum toymi av kokkum og tænarum, ið arbeiða saman um at veita tí bestu gestaupplivingina.
 
  • Ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
  • Trívist at arbeiða í einum toymi og hevur lætt við at koma í prát við onnur
  • Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
 
Tú kemur at skeinkja og tí skalt tú vera fylt/ur 18 ár.
 
Vit bjóða
Tú verður partur av einum spennandi arbeiðsplássi og einum dugnaligum toymi, har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.
 
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.
 
Tað ber væl til at hava kvøld- og vikuskiftisarbeiðið saman við t.d. skúlagongd. Sum morgunmatartænari arbeiðir tú frá kl. 6.15 til umleið kl. 12.00 ella 15.00 – og so eisini fast annaðhvørt vikuskifti.
 
Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari”.
 
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Rósu Mariu Restorff á tlf. 212809 ella teldupost rr@hafnia.fo.