Tænari til Hotel Hafnia

Vit sóknast eftir tænara at arbeiða morgnar ella kvøldvaktir á Hotel Hafnia.


Uppgávur

Tænari um morgunin: 
Tú fær ábyrgd av at tæna til morgunmatarborðið á Hotel Hafnia. Arbeiðstíðin er millum kl. 7 - 12.

Tænari um kvøldarnar: 
Tú fært ábyrgd av at tæna til veitslu okkara á hotellinum. Arbeiðstíðin er frá kl. 17.00 og úteftir.

Um tú ynskir at arbeiða bæði morgun og kvøld, so ert tú vælkomin til tað.


Vit ynskja, at tú

  • ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera.
  • trívist at arbeiða í einum toymi og hevur lætt við at koma í prát við onnur.
  • dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka.
  • Tað er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav, um tú hevur royndir sum tænari.


Vit bjóða 
Sum tænari, verður tú partur av toymi okkara, ið hevur ábyrgd av at varðveita og menna eitt framúr tænastustøði, har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.


Umsókn 
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari til Hotel Hafnia”.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin er 10. juli 2019.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rósu Mariu Restorff á rr@hafnia.fo ella 212809.