Tænari til Kafé Kaspar

 

Kvøld- og vikuskiftisvaktir

Vit sóknast eftir tænarum til Kafé Kaspar at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv umleið 10 til 20 tímar um vikuna við skiftandi kvøld- og vikuskiftisvaktum.

 

Vit bjóða

Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Vit vilja taka væl ímóti tær og tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum kunnu læra teg upp. Tú verður partur av einum góðum og ungum toymi har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

 

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum er tænastusinnaður, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til okkara gestir.

 

Tú kemur at skeinkja, og tí er tað ein treyt at tú ert fylt/fyltur 18 ár.

 

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari Kafé Kaspar”.

Starvið verður sett skjótast gørligt. Umsóknarfreistin er 5. november 2018  

 

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Rannvá Fróðadóttir á Dunga á tlf. 254333 ella teldupost kaspar.manager@hafnia.fo