Tænari til Katrinu Christiansen – hálva tíð


Hotel Hafnia sóknast eftir tænara at arbeiða um kvøldið og vikuskiftir á sjarmerandi og søguligu matstovu okkara Katrinu Christiansen. Tú kemur at starvast hálva tíð, millum 5 til 15 tímar um vikuna.
 
Vit bjóða
Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Vit vilja taka væl ímóti tær og tí fært tú dugnaligar tænarar, at læra teg upp. Tú verður partur av einum góðum toymi har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.
 
Uppgávur
Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:
  • Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar og fáa ásetta tænastustøðið
  • Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
  • Viðgera klagur frá gestum hegnisliga og skjótast gjørligt
  • Halda alt gesta-økið ruddiligt og hugnaligt
 
Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi.
 
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir persónum, sum eru tænastusinnaðir, nærverandi, álítandi og hava eitt ynski um at veita bestu tænastu til okkara gestir.
 
Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.
 
Umsókn 
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv, tú søkir.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Umsóknarfreistin er 2. september 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Absalon Lydersen á tlf. 239290 ella teldupost al@hafnia.fo
 
Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Kathrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.