Veitslutænari til Hotel Hafnia

Dámar tær væl at skapa upplivingar, ið liva upp til væntaninar hjá gestum okkara? Vit sóknast eftir eldhugaðum veitslutænara til kvøld- og vikuskiftisvaktir á Hotel Hafnia.
 
Tað ber væl til at hava kvøld- og vikuskiftisarbeiðið saman við t.d. skúlagongd.
 
Uppgávur
Sum veitslutænari á Hotel Hafnia, fær tú ábyrgd av at borðreiða, tæna og vegleiða gestum okkara, so tey fáa eina ógloymandi uppliving. Samstundis verður tú partur av einum stórum toymi av kokkum og tænarum, ið arbeiða saman um at veita tí bestu gestaupplivingina.
 
  • Ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
  • Trívist at arbeiða í einum toymi og fellur lættliga í prát við onnur
  • Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
 
Tú kemur at skeinkja og tí skalt tú vera fylt/ur 18 ár.
 
Vit bjóða
Tú verður partur av einum spennandi arbeiðsplássi og einum dugnaligum toymi, har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.
 
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.
 
 
Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Veitslutænari”.
 
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rósu Mariu Restorff á tlf. 212809 ella teldupost rr@hafnia.fo.