Yvirtænari til Katrinu Christiansen

 

Hotel Hafnia sóknast eftir yvirtænara at arbeiða í fastari vaktarskipan á sjarmerandi og søguligu matstovu okkara Katrinu Christiansen.
 

Vit bjóða
Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Vit vilja taka væl ímóti tær og tí fært góða upplæring. Tú verður partur av einum góðum toymi har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.
 

Uppgávur
Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:

  • Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar og fáa ásetta tænastustøðið
  • Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
  • Vegleiða tænarar og menna nýggjar mannagongdir
  • Viðgera klagur frá gestum hegnisliga og skjótast gjørligt
  • Halda alt gesta- og tænaraøki ruddiligt og hugnaligt

Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi.
 

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir persónum sum hevur royndir innan yrkið og er tænastusinnaður, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til okkara gestir.
 

Setanartreytir
Tú fært løn sambært avtalu.


Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Yvirtænari”.
Umsóknarfreistin er 14. juni 2019, og starvið verður sett skjótast møguligt.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magdalenu Mørk á tlf. 275931 ella teldupost mm@hafnia.fo

 

Matstovan Katrina Christiansen er partur av Hotel Hafnia.
Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 74 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé.
Hotel Hafnia er dóttirfelag hjá Smyril Line, sum eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík.