Veitsla

Okkara hølir hóska seg til øll sløg av veitslum. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi. 
 
Gourmet matskrá
Umframt nevndu matskráir, kunnu okkara gourmet kokkar seta prikkin yvir i-ið og gera eina matskrá við trimum til sjey rættum. 
 
Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233.
 
Bið um tilboð
Bið um tilboð
Veitsluskráin

Veitsluskráin er gjørd til í minsta lagi 15 fólk. Øll velja somu matskrá.
Matskráin skal vera okkum í hendi minst 7 dagar frammanundan.
 
Flutningur í Tórshavn kostar frá 175 kr. 
 
Eru serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella allergikarar, letur tað seg eisini gera.
Prísir
Høvuðsrættur
265,-
Tveir rættir
325,-
Tríggir rættir
375,-
Børn til og við 12 ár gjalda 100 kr.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.
Forrættir

Royktur laksur við urtum og salat

Róma hummara suppa við breyði

Carpaccio við salati, nøtum og leyki

Fiska suppa við breyði

Høvuðsrættir

Timianstokt lambstjógv við rómaeplum, rótamorli og lambssós

Langtíðarstoktur neytaháryggur við stoktum eplum, sellerimorli og piparsós

Hvítvínsdampaður toskanakki við dampaðum spískkál, eplum og hollandaise sós

Omaná

Sjokuláta fondant við vanilju ísi

Creme Brulée

Berja trifflis

Rabarbu pannacotta við hvítari sjokuláta og berja sós