Ognartænastutøkningur

Dugir tú at skifta perur og bjarga kaffimaskinuni?

Hevur tú handverkarahegni, skil fyri tøkni og dámar tær væl at loysa ymiskar uppgávur? Hotel Hafnia sóknast eftir lærlingi til okkara vaksandi Hotel samtak.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss í hugnaligu og livandi umhvørvinum á okkara hotellum. Hjá okkum fært tú eitt lærupláss, har tú sleppur at royna teg við fleiri ymiskum uppgávum – og sum frá líður fært tú meira ábyrgd.

Útbúgvingin gevur tær eina fjølbroytta vitan innan hita, útluftningsskipanir, el, umhvørvi og orkugagn, eins og hon letur upp fyri góðum starvsmøguleikum. Eftir loknað útbúgving fær tú millum annað møguleika at søkja inná yrkisútbúgvingar so sum byggifrøði og orkutøkni. Meira kunning um útbúgvingina fæst her.

Uppgávur
Tú kemur at starvast á báðum hotellunum og m.a. at:
• hjálpa til við at røkja hotellini, bæði innan- og uttandura
• finna fram til loysnir av ymiskum praktiskum trupulleikum
• veita hjálp tá tær ymisku deildirnar hava tørv á tí
• vera eitt stig frammanfyri og duga at fyribyrgja trupulleikum
• tryggja at alt innan KT og tøkni virkar sum tað skal
• syrgja fyri, at tað er reint og snøgt uttanfyri hotellini

Tín vangamynd
• Hevur áhuga og vitan innan tøkni og tímir væl at arbeiða við ymiskum fyrifallandi arbeiðsuppgávum
• Tær dámar væl at práta við fólk og er fyrikomandi
• Tú dugir at skipa og raðfesta tínar uppgávur
• Tímir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at loysa ymiskar uppgávur frá A-Z
• Tú hevur koyrikort

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytit eru eftir galdandi sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag. Starvsbyrjan er 1. desember 2025 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 26. oktober 2025.

Skúlagongdin er í Danmark.

Ljóðar hetta spennandi? Kom so við í okkara toymi!
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni.

Hevur tú spurningar um læruna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur av Kák, á tlf. 233139 ella pk@hafnia.fo.