Hotel Hafnia

Kunning frá Hotel Hafnia um KOVID-19

Koronasmittan krevur, at samfelagið tillagar seg og fylgir leiðbeiningunum frá myndugleikunum. Tað gera vit sjálvsagt eisini á Hotel Hafnia, men hotellið hevur opið sum vant, og tú er vælkomin at gista hjá okkum.
 
Á Hotel Hafnia verður støðan við coronasmittuni tikin í størsta álvara, og trygdin hjá okkara viðskiftafólki og starvsfólki hevur hægstu raðfesting.
 
Tað inniber, at tænastan er avmarkað nakað, m.a. við portiónsrøttum morgunmati, men annars er opið sum vanligt. Tú er vælkomin at gista, og vit hava eisini room-service frá Kafé Kaspar og Katrinu Christiansen. Eisini ber til at fáa mat út við.
 
Hevur tú spurningar ella vil bíleggja, vinaliga ring 31 32 33 ella send teldupost á booking@hafnia.fo.
 

Bílegg mat heim við
Bílegg mat heim við