Morgunmatur

Morgunmatur við bestu góðsku

Morgunmatur er frá kl. 07:00 til 10:00 mánadag – fríggjadag og frá kl. 07:30 til 10:30 leygardag – sunnudag.

Á Hotel Hafnia leggja vit nógva orku í at bjóða morgunmat við bestu góðsku. Vit nýta umhvørvisvinarligar og lokalar rávørur í tann mun tað ber til. Morgunbreyðið er nýbakað úr okkara egna ovni, og leggja vit okkum eftir at minka um matoyðsl.

Gestir, ið ikki gista á Hotel Hafnia, hava eisini møguleika at keypa sær morgunmat:

Vaksin kr. 225,-
Børn 4-11 ár kr. 95,-
Børn 0-3 ár eta ókeypis

Vinarliga bílegg áðrenn á tlf. +298 31 32 33.

Eisini ber til at bíleggja morgunmatin inn á kamarið fyri eyka kostnað.

Bistro Bronsj

Á Hotel Hafnia borðreiða við lekkrum bronsj hvønn leygardag og sunnudag frá 03. oktobur kl. 07:30 til 13:00.

✔ Lekkur bakstur
✔ Flesk, bleyttkókaði egg, góðskuviðskeri & eggjakøka
✔ Frukt, terta, ostar & pylsur
✔ Heimabakaðar køkur og søtt afturvið
✔ Bomm-buffét, kanelsniglar & vaflur
✔ Vistfrøðiligt kaffi, djús & smoothie og ymiskt annað, ið hoyrir til ein leskiligan bronsj

Hevur tú hug at fáa tær eitt glas av brúsandi víni ella mimosa, er hetta sjálvandi ein møguleiki.

Vaksin: 249,- (Búgvandi gestir 199,-)
Børn 4-11 ár: 99,-
Børn 0-3 ár: Ókeypis

Bílegg borð her á síðuni ella ring til okkum á tlf. 31 32 33.