Tilboð & tiltøk

Á Hotel Hafnia vilja vit geva tær eina ella fleiri góðar upplivingar

Stóra fiskaborðið á Panorama

Vit borðreiða við stórum úrvali av nyggjum føroyskum fiskavørum og harafturat hava vit eitt spennandi úrval av tilhoyri, dessertum og ostum.

Hvønn fríggjadag frá 20. juni til 22. august:
kl. 17.30 – 19.45
kl. 20.15 – 22.30

Prísur fyri hvønn 545,-
Børn 4-11 ár gjalda 270,-
Børn 0-3 ár eta ókeypis.

STUTTFLUTT VIÐ JANUS EINARI SØRENSEN

Tann 24. og 25. oktobur fer Janus Einar at gera eina lekkra heystmatskrá – samansett av rávørum, sum ALLAR koma úr Føroyum.

Ongar innfluttar vørur. Bara reinur, føroyskur smakkur – tilpassað júst tí, sum vit fáa í Føroyum í oktober.

Kom og uppliv hvussu lokalar heyst­r­ávørur kunnu lyftast til eitt heilt nýtt støði – við kreativiteti, kunnleika og kærleika til føroyska náttúru og matmentan.

Dato: 24. og 25. oktobur
Stað: Katrina Christiansen

Bilegg: www.katrina.fo ella ring 313243

Plássini eru avmarkað – tryggja tær eitt borð longu í dag

WINETAKEOVER VIÐ SYDHAVNENS VINBAR

Leygarkvøldið 1. novembur bjóða vit til eitt serligt kvøld hjá Katrinu Christiansen.

Rutt Hjelm – eigarin av Sydhavnens Vinbar í Keypmannahavn – kemur til Føroya og ger eitt Winetakeover.

Hon velur serliga vín frá Sydhavnens Vinbar, sum verða parað við okkara Katrinu- og Williamsmatskrá.

Hetta er eitt kvøld fyri vínáhugaði, sum vilja royna nakað heilt serligt – beinleiðis úr Sydhavn, Keypmannahavn, til Tórshavn.

Dato: 1. novembur
Stað: Katrina Christiansen
Prísur fyri vínskrá: 395,- kr.
Bilegg: www.katrina.fo ella ring 313243

Plássini eru avmarkað – tryggja tær eitt borð longu í dag.

Jólamatur til minni & størri jólaborð

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.

Nýggjársaftan

Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin.

Vit byrja kvøldið við einum leskiligum vælkomudrykki. Síðan borðreiða vit eina spennandi matskrá.