Fagna nýggja árinum á Panorama

Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin. Vit bjóða eitt serstakt kvøld við góðum mati og drekkivørum. Eisini er møguleiki fyri at gista á hotellinum. Vit byrja kvøldið klokkan 19.00.

 

– Matskrá –

 

Krustada við dunnulivurmousse

Hálvur hummari við ræsaðum hvítleykssmøri og grillaðari sitrón

Rørt oksatatar á snerktum breyði

Lambskrúna við rótfruktapuré, pommes fondant og trøfluglace

Gateau Marcel

895,- fyri hvønn

 

– Drekkaskrá ad-libitum –

 

Vælkomudrykkur

Vín, øl ella sodavatn afturvið matinum

Kaffi/te og baileys/cognac omaná

Sjampanja á midnátt

Vit hava eisini alkoholfría drekkaskrá.

695,- fyri hvønn