
Kømur
Hotel Hafnia hevur 79 kømur íalt og 4 smáttur. Øll kømur eru roykfrí. Møguleiki er at fáa kamar til fólk við ovurviðkvæmi. Børn yngri enn tólv ár gista ókeypis, um tey sova hjá foreldrunum. Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er áðrenn kl. 11:00.
Fundir
Á Hotel Hafnia hava vit høli í ymiskum støddum, og kunnu vit tí hýsa starvsfólkasamrøðum, fundum, skeiðsvirksemi, starvsfólkadøgum, størri ráðstevnum og øðrum.
Matstovur
Matur og drekkivørur eru hornasteinar í upplivingini hjá okkum. Við góðum vertskapi vilja vit veita mat- og drykkivørur av hægstu góðsku.
Veitslur & annað
Okkara hølir hóska seg væl til veitslur og annað. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi.

Gávukort gevur dupulta gleði
Gev eitt gávukort til onkran, sum hevur uppiborið tað. Gávukortið kann nýtast á øllum okkara støðum:
✔ Hotel Hafnia
✔ Hotel Brandan
✔ Húsagarður
✔ Katrina Christiansen
✔ Bistro 1. Hædd
✔ Kafé Kaspar