Móttøkur

Vit leggja stóran dent á at borðreiða matin, so at hann sær leskiligur og innbjóðandi út.
Vit gera hølið klárt, gera matin, tæna gestunum og rudda av.

Tit kunnu eisini bíleggja matin frá okkum og tæna gestunum sjálvi. Vit leggja móttøkuna til rættis – júst eftir tínum ynski.

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233.

 

Sí úrval niðanfyri:

Brellbitar

Høsnarungarulla ella rulla við royktum laksi  
 
Krustada við sitrónkremi og royktum laksi  
 
Italiensk salat við tomat, basilikum og mozzarella  
 
Rugbreyðskips við trøflumajones og grindapulvuri 
 
Snerkt heimabakað rugbreyð við skerpikjøti  
 
Høsnarungatenders við hunang– og sinnopsdressingi 

Brellbitar

Smáar tvíflísar – fylla: høsnarungasalat ella royktur laksur við agurk- og dilddressingi  
 
Toskabrandada við súltaðum reyðleyki  
 
Minicroissant við skeljadjórasalati ella høsnarungasalati  
 
Smáttskorin viðskeri (tapas) 
 
Smáar eggjatertur við laksi, lambi ella grønmeti (vegetar)  
 
Grønmetisstavir við hummusi  

Søtir brellbitar

Petit fours  

Cheesecake við lime og skógber  

Snickersbitar  

Minimuffins – vel ímillum:
skógberja-, rabarbu-, gularót ella sjokulátu