Tilboð & tiltøk
Á Hotel Hafnia ynskja vit at geva tær eina ella fleiri góðar upplivingar
GIST FYRI EINANS 399,-
Júst nú rindar tú úr einans 399,- fyri hvønn fyri gisting í vetrarhálvuni. Tilboðið er galdandi frá 1. oktobur til 30. apríl.
Við í prísinum er:
✔ Gisting
✔ Sparkling hour – fá eitt ókeypis glas av boblum
✔ 10% Avsláttur í Tubbak, Katrinu Christiansen & Húsagarði
✔ Sauna
✔ Sov leingi hvønn dag, kekka út kl 12:00
Einans 399,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri einakamar 650,- og dupultkamar 798,-.
Bronsj er hvønn leygardag og sunnudag frá kl 07:30 til 13:00.
Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.
Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.
Gist í 2 nætur
✔ Tvær nætur í dupultkamari
✔ Sparkling hour – fá eitt ókeypis glas av boblum
✔ 10% Avsláttur í Tubbak, Katrinu Christiansen & Húsagarði
✔ Sauna
✔ Sov leingi, kekka út kl. 12:00
Einans 699,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er 1.398,– fyri 2 nætur. Tilboðið er galdandi til 30. apríl.
Bronsj er hvønn leygardag og sunnudag frá kl 07:30 til 13:00.
Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.
Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.
Bistro Bronsj
Á Hotel Hafnia borðreiða við lekkrum bronsj hvønn leygardag og sunnudag frá 03. oktobur kl. 07:30 til 13:00.
✔ Lekkur bakstur
✔ Flesk, bleyttkókaði egg, góðskuviðskeri & eggjakøka
✔ Frukt, terta, ostar & pylsur
✔ Heimabakaðar køkur og søtt afturvið
✔ Bomm-buffét, kanelsniglar & vaflur
✔ Vistfrøðiligt kaffi, djús & smoothie og ymiskt annað, ið hoyrir til ein leskiligan bronsj
Hevur tú hug at fáa tær eitt glas av brúsandi víni ella mimosa, er hetta sjálvandi ein møguleiki.
Vaksin: 249,- (Búgvandi gestir 199,-)
Børn 4-11 ár: 99,-
Børn 0-3 ár: Ókeypis
Bílegg borð her á síðuni ella ring til okkum á tlf. 31 32 33.
Jólamatur til minni & størri jólaborð
Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.
Jólaligt sjálvtøkuborð
Kom inn á gólvið meðan tú er í býnum er ger tey síðstu jólaørindini og njót eitt jólaligt sjálvtøkuborð í hugnaligu matstovuni á 1. hædd.
Vit hava opið soleiðis:
Leygardagin 19. desembur
Sunnudagin 20. desembur
Mánadagin 21. desembur
Týsdagin 22. desembur
Mikudagin 23. desembur
Frá kl. 13:00 til kl.19:00
kr. 259,- fyri hvønn
Børn 3 – 11 ár hálvan prís
Jólaaftan hjá Katrinu Christiansen
Njót eina hugnaliga jólaaftan hjá Katrinu Christiansen við einari lekkari jólamatskrá í fjálgum og hugnaligum umhvørvi.
Lat okkum standa fyri matinum, so tú kanst njóta jólakvøldið saman við tínum kæru.
Nýggjársaftan á Panorama
Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin.
Vit byrja kvøldið við einum leskiligum vælkomudrykki. Síðan borðreiða vit eina spennandi matskrá.
Nýggjársaftan á Tubbak
Kom og hátíðarhalda ársins síðsta kvøld á Tubbak.
Vit bjóða eina lekra matskrá, hugnaligan stemning og eina serliga uppliving, tá vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.
Á midnátt njóta vit eitt perlandi glas á terassuni við stórslignum útsýni, meðan fýrverkið lýsir býin upp.
Gávutilboð
𝗣𝗲𝗿𝗹𝗮𝗻𝗱𝗶 𝗚𝗶𝘀𝘁𝗶𝗻𝗴 500,- fyri hvønn
𝗣𝗲𝗿𝗹𝗮𝗻𝗱𝗶 𝗚𝗶𝘀𝘁𝗶𝗻𝗴 & 5 𝗿æ𝘁𝘁𝗶𝗿 850,- fyri hvønn
𝗣𝗲𝗿𝗹𝗮𝗻𝗱𝗶 𝗚𝗶𝘀𝘁𝗶𝗻𝗴 & 7 𝗿æ𝘁𝘁𝗶𝗿 1.000,- fyri hvønn
Íroknað morgunmat og perlandi gávu.