Matur og drykkjuvørur eru hornasteinar í upplivingini hjá okkum. Við góðum vertskapi, vilja vit veita mat – og drykkjuvørur av hægstu góðsku. Dagliga verða størstu atlit tikin at keypa lokalar og umhvørvisvinaligar rávørur, og at minka um burturkasti.

Øll eru vælkomin á gátt til morgunmat, leskiligar kaférættir, eina tapas máltíð ella ein væl gjørdan kokkteyl um kvøldið.

Døgurðabuffet

Vit bjóða sjálvtøkuborð á 1. hædd mánadag til fríggjadag frá kl. 11:30 til 13:30.

Bistro 1. Hædd

Bistro 1. er ein matstova, sum raðfestir gestablídni, tænastu og góðan mat í hugnaligum og søguligum umhvørvi.

Bistro hevur mangt og hvat á matskránni, sí fjølbroyttu matskránna her.

Katrina Christiansen

Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi. Vit viðmæla, at tú bíleggur borð í góðari tíð, soleiðis at tú tryggjar tær pláss. Vælkomin til Katrinu Christiansen.

Kafe Kaspar

Her fært tú lættar rættir, eitt nú club sandwich, salat, køkuúrval og ikki at gloyma okkara tiltiknu Kasparbeyglu.

Húsagarður

Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fasta matskrá við trimum rættum og stakar rættir.