Heim við

Frá Hafnia, Katrinu & Kafé Kaspar

Her kanst tú m.a. bíleggja leskiligar burgarar og beyglur frá Kafe Kaspar, tapas frá Katrinu Christiansen og smyrjibreyð og grýturættir frá Hotel Hafnia.

Smyrjibreyð

Ymisk sløg eru at velja ímillum:

· Egg og rækjur 55,-
· Fiskaflak 55,-
· Høsnarunga í karry 55,-
· Laksabreyð 58,-
· Livurpostei 55,-
· Roastbeef 55,-

Í minsta lagi 20 stk, og í mesta lagi 3 sløg.

Bílegg á booking@hafnia.fo ella á 313233. Bílegging skal vera okkum í hendi áðrenn kl. 12.00 dagin fyri.

Veitslumatskráin

Matskráin er gjørd til í minsta lagi 10 fólk. Øll velja somu matskrá. Hon skal vera okkum í hendi minst 7 dagar frammanundan. Flutningur í Tórshavn kostar frá 200,-. Eru serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmi, letur tað seg eisini gera.

Høvuðsrættur 325,-

2 rættir 415,-

3 rættir 495,-

Børn til og við 11 ár gjalda hálvan prís.

Sí matskránna her.

Grýturættir

Vel 1 rætt:

· Høsnarungagrýta við súrepla/karrysós
· Stroganoff (+10,-)
· Bolognese
· Kjøtbollar í karry
· Chili con carne
· Butterchicken

Tilhoyr: Vel ímillum eplamorl, rís, spagetti, pastaskrúvur ella pastapenne fullkorn.

Eyka: Blandað salat +25,-

Prísur fyri hvønn: 135,-
Í minsta lagi til 30 fólk.

Bílegg á booking@hafnia.fo ella á 313233. Bílegging skal vera okkum í hendi 5 dagar áðrenn veitingardagin.

Katrina Christiansen

Tapasbretti og Ommusa lambskjøt.

Kafe Kaspar

Á matskránni er mangt og hvat, so sum beyglur, burgarar, salat o.a.

Matpakkar

Hotel Hafnia smyr matpakkar til útferð tykkara. Vel imillum:

Matpakki 1
1 sandwich
– vel imillum høsnarunga, laks, lamb ella falafel (vegetar)
1 frukt
1 vatn
1 okkurt søtt

Matpakki 2
1 beygla frá Kafé Kaspar
– vel imillum høsnarunga, laks, lamb ella falafel (vegetar)
1 frukt
1 vatn
1 okkurt søtt

Fyri hvønn: 140,-

Eru tað ynskir um aðrar matpakkar, so kunnu tit ringja til okkara á 31 32 33 ella skriva til booking@hafnia.fo. Bíleggingin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24 tímar áðrenn.