Lærlingur til bókhaldið hjá PF Hafnia

Hevur tú roknað framtíðina út? Hotel Hafnia hevur loysnina!

Hevur tú áhuga fyri tølum og ynskir eitt læruplass í einari fyritøku í vøkstri? So hevur tú møguleikan at gerast lærlingur í bókhaldinum hjá Hotel Hafnia.

Um læruplássið
Bókhaldið á P/F Hotel Hafnia fevnir um Hotel Hafnia, Hotel Brandan, Kafe Kaspar og Katrinu Christiansen. Tú verður partur av einum dugnaligum bókhaldstoymi við trimum royndum og fittum starvsfeløgum, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring – hjá okkum kanst tú rokna við, at dagurin verður fjølbroyttur, læruríkur og stuttligur.

Í takt við lærutíðini fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg við ymiskum uppgávum í bókhaldinum. Arbeiðið fevnir m.a. um:

At avgreiða rokningar
Kassauppgerðir
Debitor- og kreditorrøkt
Fyrifallandi bókhalds- og skrivstovuarbeiðið

Vit bjóða tær eitt gevandi lærupláss í hølunum hjá Smyril Line í Tórshavn. Útbúgvingin letur upp fyri spennandi framtíðarmøguleikum.

Tín vangamynd
Tú hevur miðnámsprógv
Tú elskar at arbeiða við tølum
Tú ert álítandi og leggur stóran dent á títt avrik
Tær dámar væl at fara niður í smálutir

Setanartreytir og umsóknarfreist
Lærutíðin er 2 – 2½ ár. Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála. Starvsbyrjan er 1. januar 2026. Freistin at søkja starvið er 2. november 2025.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Tú søkir læruplássið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Teresu Joensen, á telduposti tj@hafnia.fo ella á telefon +298 239250.