Tænaralærlingur

til Hotel Hafnia

Byrja tína yrkisleið sum tænaralærlingur á Hotel Hafnia

Sum tænaralærlingur á søguliga og sjarmerandi Hotel Hafnia, fært tú fjølbroyttar royndir innan matstovu-, veitslu- og ráðstevnuvirksemi. Tú verður ein týðandi partur av heildarupplivingini á matstovum okkara, har íblástur úr Spania, Asia og Frankaríki møtir føroyskum og norðurlendskum rávørum.

Vit bjóða tær eitt lærupláss við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum, sum tryggja tær eina góða upplæring og nógvan lærdóm á starvsleiðini. Eisini sleppur tú at royna teg á Hotel Brandan, og á nýggju matstovum okkara, Tubbak og Kjöt, ið lata upp í summar.

Vit bjóða

Gott samanhald
Læru um tænastu á høgum altjóða støði
Dugnaligar starvsfelagar og eitt gott lærlingaumhvørvi
Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag
Lærupláss á einum góðkendum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú

Ert fyrikomandi, álítandi og samstarvssinnað/ur
Trívist í einum lívligum og fjølbroyttum umhvørvi
Dámar væl at práta við fólk
Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
Ynskiligt er, at tú hevur lokið miðnámsprógv

Starvssetan og umsóknarfreist

Freistin at søkja er 1. apríl 2026. Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri.

Ynskir tú at vita meira um útbúgvingina, kanst tú lesa meira á heimasíðuni hjá Yrkisdepilin HER. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Peter Hentze á ph@hafnia.fo ella á tel. +298 233146.