Jólaborð
Kom við til hugna og gott lag – alt á sama stað
Vit bjóða leskiligan jólamat bæði til minni og størri jólaborð.
Dugnaligu kokkarnir hava sett saman fjølbroyttar matskráir úr feskum rávørum, sum vit borðreiða sum matskrá ella til at taka út við.
Vit hjálpa fegin at seta saman eitt jólaborð, ið hóskar til tykkara veitslulag.
Vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233.

4-rætta jólamatskrá í egnum høli
Forrættir
• Bakaður toskur, gulertrahummus, chimichurri og urtaolja
• Svínaterrina við marineraðum sinnopsfræum, svínasvørði og salati við gulum rótfruktum
Høvuðsrættur
• Dunnulær, brúnkaði eplir, rómaeplir, reyðkál, abrikoskompott og brún sós
Omaná
• Rís à la mande við amarena kirsuberum, karamellsós og saltaðum mandlum
Prísur fyri hvønn
Matskrá: kr. 595
Drekkaskrá: kr. 440
Vælkomudrykkur, vín/øl/sodavatn afturvið matinum og kaffi/te/avec omaná.
Afturatkeyp:
Náttarbiti: kr. 98 pr. stk.
Brellbiti at byrja við: kr. 35 pr. stk.
Jólakokkteylur: kr. 125 pr. stk.
Jólasnapsur: kr. 35 pr. stk.

Jólamatur heim við
Skalt tú hava jólaveitslu heima? Tað klára vit eisini.
Matskráin
• Bakaður toskur, gulertrahummus, chimichurri og urtaolja
• Dunnulær, brúnkaði eplir, rómaeplir, reyðkál, abrikoskompott og brún sós
• Rís à la mande við amarena kirsuberum, karamellsós og saltaðum mandlum
Prísur fyri hvønn
kr. 425 (upp til 30 fólk)
kr. 395 (fleiri enn 30 fólk)
Minst 10 fólk. Um tit eru færri, vinaliga skrivið til okkum á booking@hafnia.fo. Útkoyring í Havn kostar kr. 300.
Allir prísir eru við mvg.

Um hølini
Bager Hansen’s Hús 10 fólk
Stovan 10 fólk
Loftið 20 fólk
Parnassið 80 fólk
Við Áarvegin 15 fólk
Panorama 140 fólk
Panorama vestur 40 fólk
Panorama eystur 40 fólk
Bistro 1. Hædd 64 fólk
*Hølisleiga frá kl. 16:00 til 02:00 úr kr. 2.500 íroknað tænastu.

Vit hjálpa fegin
Vit hjálpa fegin at seta saman eitt jólaborðhald, ið hóskar júst til tín. Vit hava ymisk høli og ymiskar prísir, og vit hjálpa tykkum fegin at finna rætta hølið. Ynskja tit at bíleggja jólamat heim við, er hetta eisini møguligt.
Vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hafnia.fo ella tlf. 313233.