Ervi

Vit á Hotel Hafnia bjóða okkum fram at skipa fyri ervi. Vit hava ymisk hølið, ið hóska sera væl til endamáli, samstundis sum vit liggja væl fyri mitt í Havnini.

Til ervi er gomul siðvenja, at fólk bjóða seg fram at baka køkur fyri avvarðandi.

Hesi siðvenju ynskja vit at stuðla, og í tí sambandi ber til at koma við køkum sjálvi. Køkurnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12:00 á gravardegnum. Er óvist, hvussu nógv fólk møta, mæla vit til at bíleggja súpan.

Kostnaður fyri hvønn
Súpan, kaffi/te (køkur við sjálvi): 120,-
Smyrjibreyð, kaffi/te (køkur við sjálvi): 175,-
Smákøkur og skuffukøka afturat súpanini og kaffinum: 45,-

Hølisleiga

Panorama 7000,-
Parnass 5000,-
Matstovan 4000,-
Panorama & Parnass 10.000,-
Panorama, Parnass & Matstovan 12.000,-

Súpan
• Fesk súpan við grønmeti, kjøt- og mjølbollum
• Aspargussúpan við kjøtbollum og asparagus
• Karrysúpan við høsnarungafyllu og piparfrukt
• Fiskasúpan við skeljadjórafyllu

Smurt breyð
• Egg og rækjur
• Roastbeef v/remulátu og leyki
• Stokt fiskaflak v/remulátu og sitrón