Tilboð & tiltøk

Á Hotel Hafnia vilja vit geva tær eina ella fleiri góðar upplivingar

GIST FYRI EINANS 399,-

Júst nú rindar tú úr einans 399,- fyri hvønn fyri gisting í vetrarhálvuni. Tilboðið er galdandi til 30. apríl. Við í prísinum er:

✔ Gisting
✔ Wine hour- fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Sov leingi hvønn dag, kekka út kl 12:00

Einans 399,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri einakamar 650,- og dupultkamar 798,-.

Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.

Gist í 2 nætur

✔ Tvær nætur í dupultkamari
✔ Wine hour – fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Sauna
✔ Sov leingi, kekka út kl. 12:00

Einans 699,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er 1.398, fyri 2 nætur.

Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.

PÁSKAFRÍ

Kom í páskafrí á Hotel Hafnia. Páskaharan hevur verið og vitjað, so øll tey sum keypa hettar tilboðið, finna eitt páskaregg á kamarinum.

Serligt undirhald verður til børnini, sum sleppa á haruveiðu á hotellinum og at tekna í hugnaliga páskakrókinum.

✔ Tvær nætur í dupultkamari
✔ Wine hour – fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Páskaregg
✔ Sauna
✔ Sov leingi sunnudag, kekka út kl 14:00

Einans 699,- fyri hvønn

Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er kr. 1.398 fyri 2 nætur. Børn til og við 11 ár gista ókeypis, um tey sova í somu song sum foreldrini.

Bílegg her á síðuni ella ring til okkum á 31 32 33.

Páskadøgurði á Panorama

Á páskum bjóða vit leskiliga 3-rætta matskrá fyri einans 525,- Njót ein góðan bita við frálíkum útsýni yvir býin á Panorama.

Ommusa páskalamb

Allar dagarnar á páskum borðreiða vit hjá Katrinu Christiansen við lambskjøti, eplum, reyðkáli, grønum ertrum & brúnari sós. Sjálvandi er møguligt at bíleggja sær okkurt lekkurt omaná.

Vit borðreiða kl. 12:00–15:30 hesar dagar:

2. apríl – Skírishósdag
3. apríl – Langafríggjadag
5. apríl – Páskadag
6. apríl – 2. Páskadag

Fyri hvønn: kr. 329
Børn hálvan prís

Stóra fiskaborðið á Panorama

Vit borðreiða við stórum úrvali av nyggjum føroyskum fiskavørum og harafturat hava vit eitt spennandi úrval av tilhoyri, dessertum og ostum.

Hvønn fríggjadag frá 19. juni til 28. august:
kl. 17.30 – 19.45
kl. 20.15 – 22.30

Prísur fyri hvønn 595,-
Børn 4-11 ár gjalda 295,-
Børn 0-3 ár eta ókeypis.

Nýggjársaftan 2026

Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin.

Vit byrja kvøldið við einum leskiligum vælkomudrykki. Síðan borðreiða vit eina spennandi matskrá.