Hotel Hafnia 75 ár
Føðingardags tilboð- og tiltøk
75 KØMUR FYRI 75 KR.
Í sambandi við 75 ára føðingardagin hjá Hotel Hafnia hava vit eitt heilt serligt tilboð!
Leygardagin 31. oktober selja vit 75 kømur fyri einans 75 kr. pr. persón.
Tilboðið kann bert keypast í móttøkuni á Hotel Hafnia leygardagin 31. oktober millum kl. 11.00 og 15.00.
Tilboðið er galdandi fyri gisting fram til 1. mars 2027.
Við í prísinum er:
✔ Gisting
✔ Sparkling hour – fá eitt ókeypis glas av boblum
✔ 10% Avsláttur í Tubbak, Katrinu Christiansen & Húsagarði
✔ Sauna
✔ Sov leingi hvønn dag, kekka út kl 12:00
Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.
Restaurant Hafnia – aftur til 1951
Vit skrúva tíðina 75 ár aftur og lata dyrnar uppaftur til Restaurant Hafnia frá 1951.
Uppliv søguna, stemningin og klassisku rættirnar, sum einaferð settu dám á matstovuna.
Fríggjadagin 30. oktober, leygardagin 31. oktober og sunnudagin 1. november
Opið kl. 17.00–22.00
FORRÆTTIR – 75 KR.
- Rækjubland við thousand island-dressingi
- Tartalett við høsnakjøti og aspargus
HØVUÐSRÆTTIR – 175 KR.
- Enskur búffur við bleytum leyki, kókaðum eplum, agurkusalati, tomat og sós
- Innbakaður laksur við spinati
OMANÁ – 75 KR.
- Banana split
- Pera Belle Hélène
Bílegg við at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.
Gist í 2 nætur
✔ Tvær nætur í dupultkamari
✔ Sparkling hour – fá eitt ókeypis glas av boblum
✔ 10% Avsláttur í Tubbak, Katrinu Christiansen & Húsagarði
✔ Sauna
✔ Sov leingi, kekka út kl. 12:00
Einans 699,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er 1.398,– fyri 2 nætur. Tilboðið er galdandi til 30. apríl.
Bronsj er hvønn leygardag og sunnudag frá kl 07:30 til 13:00.
Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður.
Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313233 ella skriva til hafnia@hafnia.fo.
Bistro Bronsj
Á Hotel Hafnia borðreiða við lekkrum bronsj hvønn leygardag og sunnudag frá 03. oktobur kl. 07:30 til 13:00.
✔ Lekkur bakstur
✔ Flesk, bleyttkókaði egg, góðskuviðskeri & eggjakøka
✔ Frukt, terta, ostar & pylsur
✔ Heimabakaðar køkur og søtt afturvið
✔ Bomm-buffét, kanelsniglar & vaflur
✔ Vistfrøðiligt kaffi, djús & smoothie og ymiskt annað, ið hoyrir til ein leskiligan bronsj
Hevur tú hug at fáa tær eitt glas av brúsandi víni ella mimosa, er hetta sjálvandi ein møguleiki.
Vaksin: 249,- (Búgvandi gestir 199,-)
Børn 4-11 ár: 99,-
Børn 0-3 ár: Ókeypis
Bílegg borð her á síðuni ella ring til okkum á tlf. 31 32 33.
Stuttflutt við Janus Einari
Tann 23. og 24. oktobur fer Janus Einar at gera eina lekkra heystmatskrá samansett av føroyskum rávørum.
Ongar innfluttar vørur, bara reinur, føroyskur smakkur úr tí heystið gevur okkum.
Kom og uppliv hvussu hesar rávørur kunnu lyftast til eitt heilt nýtt støði við kreativiteti, kunnleika og kærleika til føroysku náttúru og matmentanina.
Matskráin:
Forrættir
Lambacarpaccio við bótarurt og trøllaosti
Tortilla við føroyskum eggum og røstum fiski
Grønmetiscarpaccio frá veltuni
Høvuðsrættir
Glaserað lambskjøt
Stokt havtaska í hummarasós
Grønkál og gularøtur
Omaná
Brúnkaka við súrgaðum mjólkaísi
Jólamatur til minni & størri jólaborð
Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.
Nýggjársaftan 2026
Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin.
Vit byrja kvøldið við einum leskiligum vælkomudrykki. Síðan borðreiða vit eina spennandi matskrá.