Hevur tú handverkarahegni, skil fyri tøkni og dámar tær væl at loysa ymiskar uppgávur?
So ert tú møguliga júst tann, vit á Hotel Hafnia leita eftir til starvið sum húsavørður á okkara livandi og sjarmerandi hotelli mitt í býnum.
Um starvið
Starvið sum húsavørður er fjølbroytt og fevnir um uppgávur á Hotel Hafnia og til tíðir aðrar bygningar í Smyril Line samtakinum.
Sum húsavørður kemur tú m.a. at:
- hava umsjón og røkt av bygningunum
- røkja økini uttan um bygningarnar
- átaka tær viðlíkahaldsuppgávur innan el, timbur, VVS, maskin o.a.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- dámar væl handaligt arbeiði. Handverkaraútbúgving er ikki ein treyt, men ein fyrimunur
- hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
- hevur arbeiðsroyndir innan rør/ maskinsmíð, timburarbeiði, el ella líknandi øki
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert tænastusinnað/ur, og dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi hevur koyrikoyrt
Starvssetan og umsóknarfreist
Talan er um fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Setanartreytir og løn eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 2. august 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur av Kák, á tlf. 23 31 39 ella pk@hafnia.fo.