Kokkalærlingur

Tubbak
Søk Starvið

Droymir tú um at gerast kokkur? So hevur tú nú møguleikan at nema tær kokkaútbúgving á okkara nýggju og spennandi matstovu Tubbak.

Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show bar í miðjuni.

Vit leita eftir einum eldhugaðum kokkalærlingi, ið hevur hug at verða partur av einum toymi, har matgerð, samstarv, kreativitetur og tænasta er í hásæti.

Vit bjóða

  • Ein nýggjan og nútímans køk
  • Eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðsumhvørvi, har tónin er óformellur og stórur dentur verður lagdur á trivnað
  • Góða upplæring og fakliga menning
  • Møguleika at royna teg á hinum matstovunum í samtakinum
  • Eina spennandi yrkisútbúgving við møguleika fyri fastari starvssetan eftir lokna útbúgving

Vit vænta, at tú

  • Ert álítandi og fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin
  • Hevur hug at royna teg í einum køki og læra frá dugnaligum og royndum kokkum
  • Ert klár/ur at arbeiða í einum toymi og taka ábyrgd
  • Hevur tikið grundskeiðið (hetta er ikki krav, men ein fyrimunur)

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 27.09.2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við køksstjóran, Janus Einar Sørensen á tlf. 235919 ella umvegis teldupost chefmanager@hafnia.fo.