Droymir tú um at læra kokkakynstur í einum altjóða og fjølbroyttum umhvørvi? Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga køkstoymi, har tú sleppur at læra og mennast í einari spennandi og livandi vinnu.
Um starvið
Sum kokkalærlingur á Hotel Brandan verður tú ein virkin partur av einum hjálpsomum køkstoymi, har tú fært møguleika at læra, royna teg fram og mennast. Tú arbeiðir við fyrireiking og matgerð til m.a. morgunmat, brunsj, a la carte rættir, føroyskar rávørur, mat út av húsinum, umframt veitslur og ráðstevnur.
Vit bjóða
- Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivnað, góðsku og tænastu
- Eitt gott lærlingaumhvørvi við royndum og hjálpsomum kokkum
- Lærupláss á einum 4 stjørnaðum Green Key góðkendum hotelli
Vit vænta, at tú
- Ert álítandi, fyrikomandi og heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin
- Ert forvitin og hevur áræði at læra og royna teg við ymiskum rávørum
- Arbeiðir væl í toymi, eins og tú dugur at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur staðið fyrsta skúlaskeiðið (hetta er ikki eitt krav, men ein fyrimunur)
Umsóknarfreist og setanartreytir
Starvsbyrjan er 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 28. juni 2026.
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.
Ert tú forvitin at hoyra nærri um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja til okkara køksleiðara Jaspur Svabo Jørgensen á tlf. 22 75 70.
Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og tú skiftir millum lærutíð og skúlagongd. Hevur tú tikið grundskeiðið frammanundan, er lærutíðin styttri. Les meira um útbúgvingina HER.
Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðast á heimasíðuni.