Kokkar

Tubbak
Søk Starvið

Kokkar til nýggju matstovuna ’Tubbak’

Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show bar í miðjuni.

Um starvið

Sum kokkur í okkara livandi køki, tekur tú lut í menningini av nýggja matkonseptinum á Tubbak. Tú arbeiðir við frískum rávørum og skapar rættir, ið eru væl samansettir í burðardygdum loysnum og smakki.

  • ert útbúgvin kokkur og dugir títt handverk
  • ert væl skipað/ur og dugir at hava yvirlit, eisini undir trýsti
  • ert álítandi og fert til arbeiðis við einum jaligum hugburði

Vit bjóða tær

  • ein nýggjan og nútímans køk
  • eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðisumhvørvi, har tónin er óformellur og stórur dentur verður lagdur á trivnað
  • góðar møguleikar fyri fakligari menning

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja starvið er 2. august 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við okkara høvuðskokk, Karolina, á chefmanager@tubbak.fo